Herfyri hevði eitt akfar rent á eitt ferðsluljós í miðbýnum í Havn. Ferðsluljósið fekk nakað av skaða, og hevur staðið í hálvum gekki nú í nakrar vikur.
Men í morgun eru fólk farin at umvæla hetta ferðsluljósið, og tí eru ferðsluljósini sløkt í nakrar tímar í dag.
– Vit umvæla ferðsluljósini í Steinatúni 17. juli 2024 frá klokkan 10.30 til klokkan 16. Ferðsluljósini í Steinatúni eru sløkt, meðan arbeiðið fer fram. Vit heita á fólk og bilførarar um at vísa varsemi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.



