Løgreglan hevur nøkur átøk nú um dagarnar, har ferðslan verður kannað, millum annað við skúlar, nú nýtt skúlaár er byrjað, og nú sær heldur frægari út, sigur vakthavandi á politistøðini, men hesi átøk halda fram, slær hann fast.
Men løgreglan hevði svørtu bók frammi í gjár í samband við ferðslukanningar í Suðuroy, og eisini ymsastaðni í meginøkinum.
Fýra bilførarar hava fingið bót upp á 1.000 krónur fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan koyrt var.
Vesturi í Vágum bleiv ein bilførari tikin fyri at koyra 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman. Hetta kostar honum eina bót upp á 2.000 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Í hernað móti ólógligum prutlum
Herfyri varð eitt videobrot deilt á sosialum miðlum, har ein motorsúkkla hjá løgregluni eltir ein ungan mann á einum prutli í Sandavági.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at Føroya Politi nú fer í hernað móti ólógligum prutlum, ið órógva seint á kvøldi og um náttina.
Átakið móti ólógligum prutlum merkir, at løgreglan systematiskt fer at vitja bygdir og kanna prutl á staðnum, fyri at vita um hesi er í ordan – og millum annað ikki eru tunaði.
Eisini fer løgreglan at kanna ferð á prutlum, og har fer hamarin at sláa hart beinavegin, tí verður eitt prutl tikið fyri at koyra ov skjótt, so verður nummarplátan tikin av, og eigarin má tí fara ein túr á Akstovuna, fyri at fáa alt hetta í rættlag aftur.