Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 hevur nú 83 milliónir krónur í halli, eftir at tað er komið úr fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Hetta er umleið tað sama sum uppruna uppskotið frá landsstýriskvinnuni Ruth Vang.
Nýggjastu inntøkumetingarnar vísa, at minni kemur inn í skatti, kapitalvinningsskatti og meirvirðisgjaldi næsta ár, men meira í vinningsbýti frá almennu partafeløgunum. Millum broytingaruppskotini eru 1,1 millión krónur til Hagstovuna, 300.000 krónur til Málráðið og 2,5 milliónir krónur til nýggja sjósavnið á Argjum.
Andstøðuminnilutin hevur eisini fleiri broytingar, sum økja undirskotið til 112 milliónir krónur næsta ár. Uppskotið kemur til 2. viðgerð mánadagin.