Fíggjarmálaráðið og Kost- & Føðslufelagið nýggjan sáttmála

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fíggjarmálaráðið og Kost- & Føðslufelagið hava skrivað undir ein eitt ára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75%, galdandi frá 1. oktobur 2024. Tað boðar Fíggjamálaráðið frá.

Samanborið við onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur Kost- & Føðslufelagið havt eina lægri lønarhækkan í tíðarskeiðinum frá oktobur 2022 til oktobur 2024.

Orsakað av methøgari inflatión hava partarnir gjørt semju um at javna lønirnar hjá Kost- og Føðslufelagnum við 2,54% frá 1. apríl 2025.

Umframt lønarbroytingarnar hava partarnir eisini gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg. Avtalan tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda undir arbeiðssteðgum.

Partarnir skulu vera samdir um, hvørjar funktiónir skulu undantakast arbeiðssteðgi, og ósemjur um undantøk skulu loysast við eini serligari nevnd við umboðum frá báðum pørtum og einum óheftum persóni.