Í nátt hevur Føroya Politi aftur verið úti og klipt nummarspjøldur á akførum, ið hava vegskattaeftirstøður
Hesa ferð vóru tað fimm akfør, sum mistu nummarpláturnar.
Tað var í miðstaðarøkinum.
Annars er tað ikki nógv at skriva heim um hjá løgregluni – fyriuttan tað, at alt spældi væl av, tá ein útróðrarbátur fór at leka í gjár, og tveir mans vórðu fluttir av bátinum og til Landssjúkrahúsið til kanningar.
– Hetta er standard mannagongd, men menninir eru útskrivaðir og hava tað eftir umstøðunum gott, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.
Hann sigur eisini, at ein roynd varð gjørd at bjarga útróðrarbátinum, men tann royndin miseydnaðist, og soleiðis sum vaktleiðarin hevur skilt tað, so er útróðrarbáturin nú sokkin.



