Løgtingið hevur samtykt fleiri broytingar í fólkaskúlanum, og landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen fegnast um, at ein greið kós nú er sett fyri menningina.
Skúlin verður framyvir skipaður í tríggjar deildir: grunddeild (1.–3. flokkur), miðdeild (4.–6. flokkur) og hádeild (7.–9. flokkur). Broytingin kemur í gildi í 2028/29, tá 7. flokkur verður partur av hádeildini, men smáir skúlar kunnu varðveita 7. flokk, um kommunurnar ynskja tað.
Frá komandi skúlaári fáa skúlaleiðslur heimild til at umskipa upp til fimm tímar um vikuna til handaligar, listarligar og skapandi lærugreinar, vallærugreinar ella at seta fleiri læraratímar inn í flokkarnar. Hetta gevur skúlunum størri rásarúm at skipa skúladagin eftir tørvi.
Arbeiðið við styttingini av skúladegnum og menningini av tvílæraraskipanini heldur fram, og ein arbeiðsbólkur viðger tilmæli um inklusión og sertilboð, sum væntast liðugt í summar.
Landsstýrismaðurin leggur dent á týdningin av breiðari undirtøku og opnum samstarvi um broytingarnar í fólkaskúlanum.