Í kvøld verður finalan í Europa League, sum í ár verður spæld á Puskas Arena í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest.
Finalan verður millum AS Roma, har José Mourinho er venjari, og so Sevilla, ið ongantíð hevur tapt eina Europa League-finalu.
AS Roma vann Conference League-kappingina í fjør, og hevur í ár spælt seg allan vegin til finaluna í Europa League. Sevilla er kent Europa League-lið, tí spanska liðið hevur vunnið hesa kapping ikki færri enn seks ferðir, og hevur ikki tapt nakra Europa League-finalu, ið felagið hevur verið í.
José Mourinho hevur verið í fimm evropeiskum finalum, og hann hevur heldur ikki tapt nakra finalu, sum hann hevur verið partur av. Hann hevur vunnið tvær Champions League-finalur, tvær Europa League-finalur og vann í fjør fyrstu Europa Conference League-finaluna við Roma.
Og tað er eisini ein stór gularót til vinnaran í kvøld, tí vinnarin av Europa League sleppur við Champions League komandi kappingarár.
Finalan í Budapest byrjar klokkan 20 í kvøld, og dysturin verður vístur í Televarpinum á danska TV2.