Finnland ákærir skip fyri at kvetta kaðlar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Finski riksadvokaturin hevur reist ákæru móti skiparanum og tveimum yvirkonnum á oljutangaskipinum Eagle S, sum í desembur 2024 skal hava kvett fimm sjókaðlar millum Finland og Estland við at draga ankerið eftir havbotninum. Tað skrivar NRK.

Kaðlarnir talan eru um eru Estlink 2 og nakrir samskiftiskaðlar. Skaðarnir eru mettir at kosta 60 milliónir evrur. Finskar myndugleikar halda, at skipið hoyrir til russisku skuggaflotan, sum ofta verður sett í samband við sabotasju.

Teir ákærdu nokta seg sekar og halda eisini, at brotini hendu uttanfyri finskt sjóøki. Finski Men varaverjumálaráðharrin Jukka Rappe sigur tó, at skaðarnir hendu í finskum sjóøki.

Skipið varð tikið í varðveitslu, men slapp úr Finlandi í mars í ár. Nato og Norðurlond hava hert trygdina og sett í verk fleiri átøk fyri at verja undirstøðukervi í sjónum.