, ,

Finnur fer norður aftur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Síðan eg fór her frá, so havi eg fylgt væl við gongdini. Tað hevur verið stór framgongd í felagnum, og leikararnir hava ment seg. Eg havi verið nógv um landslið, men havi saknað felagshondbólt. Tá so Team Klaksvík vísti mær áhuga við spennandi ætlanum fyri komandi kappingarár, so valdi eg at taka av.  

Tað sigur Finnur Hansson við Norðlýsið, nú hann verður høvuðsvenjari hjá Team Klaksvík komandi kappingarár.

Finnur er kendur í Team Klaksvík, tí fyri trimum árum síðan var hann leikandi venjari í felagnum. Síðan tá hevur hann havt ymiskar venjaraleiklutir, umframt at hann millum annað hevur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.

Team Klaksvík hevur eisini sett ein hjálparvenjara, og tað verður Jón Jacobsen, sum í fleiri ár spældi á besta liðnum og sum síðstu árini eisini hevur hjálpt til á venjarasíðuni.

Team Klaksvík fer at luttaka í European League
Tá Team Klaksvík í gjárkvøldið kunngjørdi nýtt venjarapar so bleiv eisini kunngjørt, at Team Klaksvík hevur meldað til European League komandi kappingarár.

– Føroyar eiga fýra pláss, har vit eiga eitt sum nummar trý. Tí helt eg, at man eigur at kanna, um áhugin er at royna hetta. Vit eru á einari bylgju nú, har hetta passar væl inn ímun til, hvar føroyskur hondbóltur er. Eisini í Klaksvík, har Team Klaksvík veksur og veksur. Men hetta er eisini ein gularót til leikararnar, sigur Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, við Norðlýsið.

Óli sigur, at Team Klaksvík fer at spenna seg út til stóru avbjóðingina, har venjaratoymið verður styrkt við kropsligum venjara, og so skal felagið eisini styrkja hópin við nøkrum leikarum.

– Vit skulu eisini í betri venjingarstøðu. Í Føroyum er endaspælið í báðum kappingunum ikki fyrr enn í 2024, men við hesum hava vit nakað veruligt at venja fram ímóti, nú dystirnir verða í oktober, sigur hann.

Góðu úrslitini hjá Føroyum síðstu árini gera, at føroysku liðini byrja í øðrum umfari í kappingini, og tað merkir eisini, at mótstøðan gerst betri.