, ,

Finskur fótbóltur framman fyri føroyskan

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tað er stórur munur á, hvussu Føroyar og Finnland hava staðið seg innanhýsis, hóast londini í raðstyrki liggja sum ávikavist nr. 40 og nr. 38 av 55 londum í europeiskum klubbfótbólti. 22 ferðir hava londini møtst í europeiskum samanhangi og 13 ferðir eru finsku liðini farin við sigrinum. 7 ferðir eru dystirnir endaðir við javnleiki og bert tvær ferðir hava føroysk lið sigrað.

Tann 11. juli 2013 vann Víkingur 1-0 á útivølli ímóti Inter Turku og tað var Hanus Jacobsen, sum skoraði sigursmálið og tann 22. juli 1998 skoraði Súni Fríði Johannesen bæði málini, tá HB vann 2-0 á VPS Vasaa.

Heldur ikki eru hagtølini við, tá ið vit tosa um A-landsliðsfótbólt, tí í higartil 5 landsdystum hevur tað bert eydnast føroyingum at skora 1 mál og tað var Christian Lamhauge Holst, sum skoraði í 1-3 tapinum á Tórsvølli tann 7. septembur 2014.

Heiðurligasta úrslitið eigur føroyska A-landsliðið ímóti finska OL-landsliðnum í 1991, tá Magni Jarnskor skoraði bæði málini í dystinum, sum varð leiktur niðri í Portugal. Leggjast kann afturat, at serliga annað málið hevði altjóða dám yvir sær, tá ið hann saksaði bóltin í málið.

Hóast vánirnar fyri góðum úrslitum í morgin eru daprar, so eru hagtøl til fyri at bróta og nú hava KÍ og NSÍ møguleikan, tá ið tey møta ávikavist SJK Seinäjoki og HJK Helsinki og tá er brúk fyri øllum stuðli!

Greinin er rættað 23:30, tí óvirknar europeiskar kappingar vóru ikki tiknar við!

Høvuðskelda: faroesoccer.com