,

First Island Water Congress: Sissal Vágsheyg Erenbjerg greiðir frá um regnvatn

Skrivað

FM1

Dagfesting

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Firum, hevur í dag lagt fram á ráðstevnuni “First Island Water Congress” sum hevur verið seinastu dagarnar í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan er ein interdisipliner ráðstevna, sum handlar um hvussu man nýtir feskt vatn sum resoursu í einum oyggjasamfelag. Sissal legði fram í sessiónini Hard Innovation, har hon tosaði um ‘A novel method for estimating local rain as freshwater discharge from Faroese Rivers into fjords’.

Í framløguni tosaði Sissal um metoduna aftanfyri tað hydrologiska modellið ið hon hevur ment, kallað FarRiv, ið hon nýtir sum input til 3D havmodellið FarCoast Version2, sum hon arbeiðir við á Firum.

Metodan til hydrologiska modellið byggir á at sameina sattelit dátur (DSM dátur frá umhvørvisstovuni), observatiónir og machine learning, og so koyra tað numeriskt. Síðani verður útroknað hvussu nógv vatn rennur úr hvørji einstakari av teimum umleið 2.000 áunum í Føroyum. Hetta hevur stóran týdning fyri sonevnda estuarina rákið, eisini nevnd fjarða rákið.

Næsta stigið í verkætlanini er at góðskutryggja hydrologiska modellið, so tað millum annað kann nýtast í samband við gransking í grunnvatni. Hetta er eitt samstarv millum Sissal Vágsheyg Erenbjerg á Firum, Barbaru Hansen, Óluvu Eidesgaard og Lis Mortensen á Jarðfeinginum, sum spretti úr tveimum ymiskum verkætlanum fíggjaðar av Granskingarráðnum (játtanir 0473 og 0464).