Stýrið fyri ALS hevur gjørt eina eftirmeting av fiskavirkisskipanini og hevur mælt til at gera nakrar broytingar í kunngerðini um útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum.
Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum, í svari til fyrispurning um fiskavirkisskipanina hjá ALS.
Umhvørvismálaráðið hevur sent uppskot til broytingar til hoyringar.
Fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein arbeiðsloysisstuðulsskipan, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.
Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðisloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.
Skipanin hevur kortini verið fyri atfinningum, tí at tað eru starvsfólk hjá ríkastu fyritøkunum í Føroyum, ið fáa útgjald úr skipanini.
Uppskotið hevur við sær, at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina og harvið fáa hægri útgjald og verða tøk til onnur størv.
Ítøkiliga er talan um at áseta krav um, at í fýra vikur á rað skal persónur hava í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til.
Annars verður viðkomandi ikki mettur sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum og fær ikki longur arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. Sum nú er, ber til at vera í og fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, um onki arbeiði er á fiskavirkinum, í upp til átta vikur.
Um viðkomandi fer til arbeiðis í ein tíma ella tveir í til dømis sjeyndu ella áttandu vikuni, verður tíðarskeiðið longt við átta vikum afturat. Fólk kunnu sostatt vera arbeiðsleys og hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í langa tíð.
Broytingarnar hava harumframt við sær, at tað skulu ganga minst fýra vikur, frá tí at ein persónur er dottin úr fiskavirkisskipanini, til viðkomandi kann sleppa í fiskavirkisskipanina aftur.
Dettur ein persónur úr fiskavirkisskipanini, tí viðkomandi ikki lýkur treytirnar um minst 16 arbeiðstímar í fýra vikur á rað, kann viðkomandi fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og/ella søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur, tá ið fýra vikur eru gingnar.
Fer persónurin í vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber tað væl til hjá viðkomandi at fara til arbeiðis aftur á sama fiskavirkinum, samstundis sum viðkomandi er í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Kunngerðin um útgjald av arbeiðsloysisstuðli ásetur, hvussu nógv kann verða arbeitt, samstundis sum viðkomandi fær lutvíst útgjald úr ALS.
Semja er ikki í stýrinum fyri ALS um,hvørt ali-og uppisjóvarvirkir framhaldandi skulu vera partur av fiskavirkisskipanini, og tískil er einki tilmæli komið til landsstýriskvinnuna um at gera broytingar hesum viðvíkjandi.