Fjakkandi málverji til HB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HB hevur í dag gjørt sáttmála við lettiska málverjan Reinis Reinholds. 27 ára gamli Reinis Reinholds er sambært Transfermarkt 2,02 metrar høgur. Hann avloysir Teit Gestsson, sum brádliga boðaði frá, at hann gavst at spæla fótbólt.

Eftir teimum upplýsingum, sum eru at finna á netinum, á Tranfermarkt og Wikipedia, hevur Reinis Reinholds havt eina sera fjakkandi og óstøðuga yrkisleiðsleið sum fótbóltsspælari, har hann hevur verið í nógvum feløgum, serliga italskum feløgum í lægri deildunum. Eftir upplýsingum, sum eru at finna, sær ikki út, at hann hevur fingið nógva spælitíð hesi árini.

Reinis Reinholds er uppvaksin í Lettland, og spældi sum ungur tveir U17-landsdystir fyri Lettland.

Hann byrjaði sína yrkisleið í akademiinum hjá FK Ventspils í heimlandinum. Í 2014 spældi hann onkran einstakan fyri fyrsta liðið hjá FK Ventspils í bestu lettisku deildini.

Í 2015 gekk leiðini til italska felagið Padova, har hann tó ikki fekk nakrar dystir. Síðan hevur hann verið í Civitanovese, Racing Roma og Pisa í Seriu C. Í 2019 var hann læntur til Pafos FC á Kypros, áðrenn hann hevði ein steðg frá fótbóltinum frá 2020 til 2022. Hann kom aftur á vøllin hjá Valmiera FC heima í Lettlandi, áðrenn hann flutti til Capo Rizzuto í 2024.

Mynd: RSmedia og HB