Fjepparar rósa Geza fyri frálíkt avrik

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Gøtumaðurin Geza Turi fekk í gjárkvøldi langt um leingi møguleikan á miðvøllinum hjá Grimsby í triðbestu ensku deildini, og hann takkaði fyri álitið og spældi ein frálíkan dyst í 3-1 sigrinum móti Shrewabury í steypakappingini Carabao Cup.

Í dag heitir Grimsby á Facebook á sínar fjepparar at lýsa avrikið hjá Geza við einum orði, og tað eru ikki eita á rósandi orð, Geza fær.

Fjepparar skriva millum annað: “Framúr”, “Ótrúligur”, “Avbera góður”, “Silkikendur”, “Stílreinur” og “Ávirkandi”.

Ein skrivar: “Besti leikarin – osar av dygd”, ein annar sigur: “Hann var avbera góður”, og ein triðji heldur, at hann var “Ordiliga snøggur”.

Ein sigur, at Geza virkaði sera tryggur, og at mátin hann las spælið og steðgaði sendingum og setti ferð á inn í brotsteigin hjá Shrewsbury var rein dygd.

Fleiri halda, at hann eigur at spæla aftur leygardagin. Ein skrivar: “Hann má sleppa at spæla aftur leygardagin eftir hetta…”