Fjepparavarp í B36 Varpinum

Skrivað

Óli G. Samuelsen

Dagfesting

Byrjanin til byrjanina í kappingarárinum 2025 er byrjað. Ein rúgva av leikaraflytingum hava verið, og seinasta vikuskifti vórðu fyrstu dystirnir í venjarakappingini spældir.

Hesa vikuna byrjar B36 Varpið eisini aftur. Sent verður sum vanligt hósdagar kl. 16, og tann fyrsta sendingin í 2025 verður eitt fjepparavarp. Gestir eru Baldur Egholm og Johan Johannessen.

Vit fara at práta um tær stóru útskiftingarnar, sum hava verið í spælarahópinum mun til seinasta kappingarár. Hvat kunnu vit vænta av liðnum, og hvat er rímuligt hjá fjepparunum at krevja? Og hvørjar spælarar skulu vit halda eyga við?

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.