Fjepparavarp: Tann fyrsti triðingurin av Betri deildini í B36 Varpinum

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Ein triðingur av landskappingini er farin, og B36 Varpið fer tí at gera status yvir gongdina higartil hjá Betri monnum. Til at hjálpa okkum við hesum, verða fjeppararnir Baldur Egholm og Johan Johannessen í studio.

Kappingarárið 2025 er á mangan hátt ein nýggj byrjan hjá B36. Hvat hevur eydnast, hvat kunnu vit gera betri, og hvat er rímuligt hjá fjepparunum at krevja av liðnum? Hesir og mangir aðrir spurningar verða viðgjørdir í fjepparavarpinum hósdagin.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.