Vit umrøða Betrideildina, sum byrjar aftur í vikuni og serliga TB – ÍF á Tórsvølli ólavsøkudag.
Síðani hyggja vit uppá evropeisku uppgávurnar hjá B36 og KÍ og til seinast føroysku luttøkuna í U19 HM í hondbólti.
Vit ringja til André Dalfoss og Georges Rouah, formenn í ávíkavist TB og ÍF, og fáa vitjan av Dan Brimsvík, B36-venjara, og René Shaki Joensen, KÍ.
Jákup Ósa verður ígjøgnum og ger sínar metingar.
Til seinast hoyra vit frá Ísak Vedelsbøl, U19-liðformanni og annar av venjarunum kemur á gátt.
Sendingin er frá klokkan 10 til 12.
Agnar Prestá er vertur.