Føroya Keypssamtøka hevði eitt hall á 5,4 milliónir krónur í fjør. Úrslitið er betri úrslit enn árið fyri, tá ið hallið var 4,6 milliónir krónur størri.
Stjórnarformaðurin, Jákup Mørkøre, viðurkennir, at úrslitið er ikki nøktandi, men sigur, at felagið hevur tikið avleiðingarnar av negativu gongdini.
FK er nú umskipað, og limafelagið FK eigur saman við Fredensborg og Omegns Brugsforening (FOB) Sp/f Føroya Keypssamtøku FK.
– Grundarlagið er nú upp á pláss, og hyggja vit spent positivt frameftir, sigur Jákup Mørkøre.
Í nevndini eru fólk frá FK og FOB, og Claus Lundberg tekur við sum stjóri 1. juli 2025.
– Vit vilja tryggja FK eina haldføra framtíð, har fyritøkan kann mennast, dagførast og gerast meira kappingarfør, sigur Jákup Mørkøre.
FK verður í ár 60 ár, og í tí sambandi er bókin Føroya Keypssamtøka 1965-2025 útgivin. Hon lýsir søguna hjá felagnum, sum í dag hevur 14.500 limir.