Fleiri áarlop kring landið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsverk boðar frá, at fleiri áarlop eru í løtuni, millum annað norðanfyri Hósvík, millum Leynar og Skæling og á Oyndarfjarðarvegnum. Hesi støð er ikki koyrandi í løtuni, maskinur eru farnar at rudda vegirnar.

Heimasíðan jn.fo skrivar eisini at eitt áarlop í líðini millum Miðvág og Vatnsoyrar, og tað gjørdi, at vatn og krapi floymdi inn á Vatnavegin.