UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Kl. 14.00 á Todor Proeski Tjóðarleikvøllinum í Skopje
Norðuemakedonia – Føroyar
Í dag klokkan 14 føroyska tíð spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti seinasta dystin í bólkaspælinum í Nations League á hesum sinni móti Norðurmakedonia niðri Skopje.
Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Frá klokkan 13 verður undansending við samrøðum, fótbóltspaneli og landsliðssangum.
Kunnu avgera annað plássið sjálvir
Sigurin móti Armenia hóskvøldið endavendið føroysku støðuni í bólki C4. Áðrenn dystin vóru Føroyar á síðsta plássið í bólkinum. Eftir dystin vóru Føroyar nummar tvey og samstundis tryggjaðar at sleppa undan niðurflyting í deild C í Nations League.
Um Føroyar vinna móti Norðurmakedonia í dag, enda vit heilt víst á øðrum plássið, og tað merkir, at vit sleppa at spæla um uppflyting til deild D. Ein javnleikur kann eisini vera nóg mikið at tryggja annað plássið, um Litava ikki vinnur hin dystin í bólkinum móti Armenia.
Nakrar broytingar í fyrstu ellivu
Í samrøðu við Trygva Absalonswn, sum er í Norðurmakedonia fyri FM1, segði landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, at Føroyar fara at gera alt fyri at tryggja Føroyum annað plássið í bólkinum.
Hann segði eisini, at vit kunnu vænta nakrar broytingar á liðnum. Ikki tí at nakar spældi vánaligt móti Armenia, men fyri at fáa nýggja orku inn á liðið.
Sum vit skilja á okkara manni í Skopje, so væntast liðið at byrja soleiðis í eini 5-4-1 spæliskipan.
Í málinum:
Bárður á Reynatrøð
Í verjuni:
Jann Benjaminsen
Odmar Færø
Gunnar Vatnhamar
Andrias Edmundsson
Viljormur Davidsen
Á miðvøllinum:
Hanus Sørensen
Brandur Hendriksson Olsen
Hallur Hansson
Meinhard Egilsson Olsen
Í álopinum:
Petur Knudsen
Um Hallur ikki verður klárur til dystin, verður tað væntandi Noah Mneney, sum byrjar fyri hann.
Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Adrian Justeinussen, Rene Shaki Joensen, Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð, sum allir byrjaðu á vøllinum móti Armenia, verða væntandi á beinkinum í dag.
Stigatalva í bólki C4 í Nations League
Dystir | Sigrar | Javnt | Ósigrar | Mál | Stig | |
Norðurmakedonia | 5 | 4 | 1 | 0 | 9 – 1 | 13 |
Føroyar | 5 | 1 | 3 | 1 | 5 – 5 | 6 |
Armenia | 5 | 1 | 1 | 3 | 6 – 8 | 4 |
Litava | 5 | 1 | 1 | 3 | 3 – 9 | 4 |