Róðrarsambandið boðar frá, at tað verður metluttøka til FM í inniróðri í ár, við heili 194 einstaklingatilmeldingum og 15 tilmeldingum til liðkappingina.
Aldurspennið hjá luttakarunum er frá 10 ára gomlum gentum til 59 ára gamlar menn.
FM í inniróðri verður hildið í ítróttarhøllini við Streymin leygardagin. Kappingarnar byrja klokkan 10.00 og enda umleið klokkan 18.00
Seinasta mánaða vístu føroyskir innirógvarar, hvat teir duga og vunnu fimm heiðursmerki í heimsmeistarakappingini í inniróðri.
Róðrarsambandið sigur, at umstøðurnar hjá áskoðarum og rógvarunum eru sera góðar í ítróttarhøllini við Streymin.
Høllin er lutfalsliga nýggj við stórum glasfasadum út ímóti brúnni við Streymin. Hetta gevur eitt serstakt huglag, tá ið rógvararnar geva alt við vakra landslaganum í baksýni.