Tann 24. september 1983 fekk Diego Maradona eina kavráa takkling frá Andoni Goikoetxea og breyt økilin, sum bar við sær, at Maradona ikki kundi spæla í tríggjar mánaðir.
Tað var annað kappingarárið hjá Maradona við Barcelona eftir, at Barça hevði keypt hann fyri £5 milliónir frá Boca Juniors summarið 1982. Hóast Maradona stríddist við livrarbruna fyrsta kappingarárið, so hjálpti hann Barça at vinna Copa del Rey og til eitt 4. pláss í landskappingini. Tað førdi sjálvandi til høgar vónir um, at Barcelona kundi vinna meistaraheitið við einum frískum Maradona.
Men tað broyttist, tá teir hýstu verandi meistarunum frá Athletic Bilbao í september. Barcelona førdi 1-0 og Maradona driblaði frameftir við bóltinum, tá miðverjin hjá Athletic, Andoni Goikoetxea, tveitti seg frameftir og fangaði vinstra beinið hjá Maradona, sum kreyp heilt saman á vøllinum við einum brotnum økli. Frásøgumaðurin kallaði takklingina fyri “eina av teimum ógvusligastu takklingum nakrantíð í sponskum fótbólti” og Goikoetxea varð síðani bara kendur sum “slaktarin frá Bilbao”, tí hann tvey ár frammanundan eisini hevði brotið beinið á Bernd Schuster hjá Barcelona.
Barcelona vann dystin 4-0, meðan Maradona mátti gjøgnum tríggjar mánaðir uppvenjing. Uttan Maradona endaði Barça á 3. plássi; eitt stig frá meistaraheitinum. Athletic gjørdist aftur meistari og vann eisini Copa del Rey eftir ein 1-0 sigur á Barcelona.
https://www.youtube.com/watch?v=N8_JYHtvTS8&t=5s
