Steypafinalurnar í Bónuskappingini fyri yngru flogbóltsleikarar verða í Høllini inni í Dal á Sandi Leygardagin 8. februar og sunnudagin 9. Februar. Leygardagin verður byrjað klokkan 10.00 og sunnudagin verður byrjað klokkan 13.00.
Feløgini, sum verða umboðað í finalunum eru TB, SÍ, ÍF, Mjølnir, Ternan og Fleyr.
Hetta er ein stórur dagur fyri ungu flogbóltsleikararnar, og Flogbóltssambandið vónar, at nógv viðhaldsfólk koma at stuðla leikarunum.
Finalurnar verða, sum vant, fyriskipaðar við stroyming frá øllum dystum.
Nú áðrenn høllin við Tjarnir letur upp, er høllin á Sandi við sínum Taraflex gólvi best egnaða flogbóltshøllin í landinum. Talan er um eina kategori 4 høll eftir mátistokkinum hjá altjóða flogbóltssamgonguni FIVB.
Skráin fyri dystirnar
Leygardagur 8. februar 2025
- Kl. 10.00 Gentur 12 SÍ-TB
- Kl. 11.15 Dreingir 12 ÍF-TB
- Kl. 12.30 Gentur 14B TB b-Mjølnir/Fleyr
- Kl. 14.00 Gentur 14A TB a-SÍ
- Kl. 15.30 Gentur 19 Mjølnir-Fleyr
- Kl. 17.00 Gentur 16B Ternan-Fleyr
- Kl. 18.30 Mansunglingar SÍ-Mjølnir/Ternan
- Kl. 20.00 Kvinnuunglingar Mjølnir-SÍ
Sunnudagur 9. februar 2025
- Kl. 13.00 Dreingir 14 Ternan-ÍF
- Kl. 14.30 Dreingir 17 SÍ-ÍF
- Kl. 16.00 Gentur 16A Mjølnir-SÍ