Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi – BLÍ – hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini.
Í hesum sambandi kemur íslendska landsliðið hjá monnum til Føroya í dag – fríggjadagin – at spæla tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum. Samstundis fer føroyska kvinnulandsliði til Íslands at spæla tríggjar dystir ímóti Íslandi.
Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hjá monnum verða soleiðis:
Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði
Leygardagin 11. mai kl. 17.00 á Sandi
Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík
Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar ímóti Íslandi og skal hesin avmarkast til 12 mans áðrenn farið verður undir veruligu Europa League kappingina, har Føroya luttaka í Silver League.
Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 spælararnar, sum fer at umboða Føroyar í Silver League dystunum.
Sjálv Silver League kappingin byrjar næsta vikuskifti.
Føroysku kvinnurnar spæla tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksembourg og enda heima í Føroyum við tveimum dystrum.
Føroysku mennirnri spæla fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir leiktir í Føroyum og síðstu dystirnir veðra í Eysturríki.
Spælt verður soleiðis:
Kvinnurnar:
Í Podgorica í Montenegro:
17. mai: Montenegro – Føroyar
18. mai: Føroyar – Georgia
Í Luksembourg:
24. mai: Luksembourg – Føroyar
25. mai: Føroyar – Ungarn
Í høllini á Hálsi í Havn:
7. juni: Føroyar – Finnland
9. juni: Føroyar – Bosnia og Hersegovina
Mennirnir:
Í Kópavági í Íslandi:
17. mai: Ísland – Føroyar
18. mai: Føroyar – Ísrael
Í høllini á Hálsi í Havn:
24. mai: Føroyar – Ísland
26. mai: Føroyar – Eysturríki
Í Amstetten í Eysturríki:
7. juni: Eysturríki – Føroyar
8. juni: Ísrael – Føroyar
