Flogbóltssamband Føroya hevur fingið ein nýggjan samskipara.
Tað er Poulina Øregaard Isaksen, ið er sett í starv sum samskipari og skrivstovufólk.
Poulina er úr Klaksvík. Hon leikti síni ungdómsár flogbólt við Mjølni og eisini við besta kvinnuliðnum hjá felagnum, inntil hon gavst í 2012.
Fyrstu stóru uppgávurnar hjá henni verða at leggja allar lands- og steypakappingarnar til rættis, fáa gongd á flogbóltsskúlan aftur eftir summarsteðgin og at skipa NEVZA kappingarnar fyri U17 og U19 í oktober.
Frameftir verða tað Ian Dam, stjóri, og Poulina, sum fara at hava dagliga virksemið hjá Flogbóltssambandinum um hendi.
Poulina byrjaði í starvinum hjá Flogbóltssambandinum mánadagin 14. august, og hendir hetta í sambandi við, at Jana Jacobsen tann 1. september fer í annað starv.
Kelda: Flogbóltssamband Føroya