Floksleiðari vil hava Gretu Thunberg útvísta úr Noregi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Forkvinnan í norska Høgraflokkinum, Sylvi Listhaug, vil hava kenda svenska aktivistin Gretu Thunberg vísta úr Noregi.

Orsøkin er, at Thunberg hevur verið við í eini blokadu uttan fyri oljureinsiverkið Mongstad nær við Bergen. Har vóru umleið 200 aktivistar frá Extinction Rebellion, sum stongdu vegirnar til verkið.

Sylvi Listhaug sigur í einum poddvarpi á Bergens Tidende: – Eg haldi, at hon eigur at verða víst úr Noreg.

Hon kallar Thunberg fyri eina svenska bólkakriminella, sum kemur til Noregs ferð eftir ferð.

Mótmæli hevur fingið nógva umtalu, og aktivistar úr fleiri londum hava verið við.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, tekur frástøðu frá útsøgnini hjá Listhaug. Hann sigur við Bergensavisen: – Hetta brýtur við leikreglurnar.

Og hann tó leggur afturat: -Tað eru fólk, sum eru á veg til arbeiðis, og tey skulu ikki noyðast at kenna seg ótrygg.

Men samstundis minnir hann á, at Noreg hevur talufrælsi og rætt til at mótmæla.

Forkvinnan í norska Høgraflokkinum, Sylvi Listhaug