Flóttafólk úr Ukraina fáa longt uppihaldsloyvið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tvær nýggir kunngerðir gera, at ukrainsk flóttafólk kunnu verða í Føroyum til 17. mars 2026.

Frammanundan kundu tey vera í Føroyum til 17. mars í ár.

Ein av kunngerðunum ásetur, at umsóknin um uppihaldsloyvið hjá útlendingum, sum hava ella kunnu fáa uppihaldsloyvi sambært sonevndu Ukrainalógini, verða viðgjørdar eftir serligum reglunum, ið eru gjørdar fyri at hjálpa teimum.

Hin kunngerðin tryggjar, at uppihaldsloyvini kunnu verða longd til 2026, uttan at flóttafólkini skulu søkja um tað sjálvi. Udlændingestyrelsen fer at taka stig til at leingja uppihaldsloyvini.

Kunngerðirnar koma í gildi 10. februar 2025 og eru gjørdar í samráð millum Landstýrið og danska Udlændinge- og Integrationsministeriet.


Mynd: Kringvarp Føroya