Flúgvandi danir knústu Týskland

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danmark er stórfavorittur at vinna HM-endaspælið í manshondbólti, og í gjárkvøldið vístu teir veruliga, hví teir eru tað. Danmark við stjørnuleikarunum Mathias Gidsel og Simon Pytlick heilt einfalt bukaði Týskland av, og hevði fullkomiliga tamarhald á dystinum.

Eftir eina byrjan við fullari ferð, vóru týskarar vóru als ikki førir fyri at fylgja við, tá ið Mathias Gidsel og Simon Pytlick settu ferðina upp, og við tilsamans átjan mál vóru teir avgerandi fyri, at Danmark endaði við at vinna dystin 40-30.

Sigurin á Týsklandi ger, at Danmark er á fyrsta plássi í bólki 1 í millumspælinum.


Í bólki 1 var eisini merkisvert, at Italia helt fram við óvæntað góðu úrslitunum í HM og vann greitt 25-18 móti Kekkia.

Í bólki B vann Frakland greitt móti Ungarn 37-30. Teir hava fult stigatal, og staðfestu, at teir møguliga hava styrki at hótta Danmark.

Niðurlond, sum Føroyar spæla móti í mars, vunnu akkurát 38-38 móti Katar.

Dagsins úrslit

Bólkur 1

  • Sveis-Tunesia 37-26 (20-11)
  • Kekkia-Italia 18-25 (9-14)
  • Danmark-Týskland 40-30

Bólkur 2

  • Eysturríki-Norðurmakedonia 29-29 (14-13)
  • Katar-Niðurlond 37-38 (19-17)
  • Ungarn-Frakland 30-37 (15-23)

Stigatalva bólkur 1

DVJTMálStig
1Danmark3300111 – 716
2Týskland320190 – 914
3Italia320177 – 824
4Sveis311183 – 743
5Kekkia301257 – 711
6Tunesia300372 – 1010


Stigatalva bólkur 2

DVJTMálStig
1Frakland3300109 – 766
2Niðurlond3201107 – 1054
3Ungarn311193 – 963
4Eysturríki311184 – 903
5Norðurmakedonia302188 – 932
6Katar300382 – 1030