Flyta kirkjuna í svenska býnum Kiruna fimm kilometrar á hjólmum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í svenska námsbýnum Kiruna flyta tey kirkjuna 5 kilometrar, tí at lendi undir býnum verður mett at vera ótrygt av nógva námsvirkseminum hjá námsfelagnum, LKAB

Ætlanin er at flyta allan tann gamla miðbýin tríggjar kilometrar eystur, og hetta arbeiðið skal vara fram til 2035.

Trækirkjan, sum varð bygd í 1912 og sniðgivin av Gustaf Wickman, vigar 672 tonns og verður í einum flutt við einum sergjørdum vogn. Serligur vegur er eisini gjørdur til endamálið, 24 metrar breiður og fimm kilometrar langur.

Tíggjutúsund fólk, Karl Gustav kongur og 75 altjóða tíðindafólk fylgja við. Svenska ríkissjónvarpið, SVT, sendir beinleiðis í sendingini “Den stora kyrkflytten”. Niðanfyri sæst eisini eitt lítið filmsbrot frá SVT.

Verkætlanin kostar yvir hálva milliard krónur. Endamálið er at varðveita søguna og sálina í gamla Kiruna.

Filmsbrot: SVT