,

Flytingarvindeygað letur aftur í dag

Skrivað

FM1

Dagfesting

Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur í dag, fríggjadagin 12. juli klokkan 16.

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2024, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

Til fyri tveimum árum síðan var flytingarvindeygað annars bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men soleiðis er ikki longur. Í 2022 broyttust hesar reglur, og tað merkir, at flytingarvindeygað nú umfatar øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil fríggjadagin 12. juli 2024 klokkan 16, og er hetta galdandi fyri allar fótbóltsspælarar, ið fyltu 15 ár áðrenn 1. januar í ár.

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF