Føroya Handverksmeistarafelag bjóðar øllum vælkomnum til spennandi kappingina FM fyri handverkslærlingar, sum verður hildin 27. og 28. februar á Glasi. Her fara framtíðar handverkarar at vísa síni kynstur og kappast um heiðurin sum føroyameistari í seks ymiskum fakum.
Hetta er ein frálíkur møguleiki hjá øllum – serliga næmingum, foreldrum og vinnulívsfólki – at síggja dygdarhandverk og møta teimum, sum mynda framtíðina í føroyskum handverki.
Kappingin byrjar í dag klokkan 8.10. Klokkan 9.40 verður tiltakið sett, har landsstýrismaðurin við ábyrgd av yrkisútbúgvingarøkinum, Djóni Nolsøe Joensen, fer at seta FM fyri handverkslærlingar. Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen fer eisini at hugleiða um “tað góða handverkið” til setanina.
Meðan kappingin er í gongd, fara næmingar í 8. flokki at vitja. Teir sleppa at síggja lærlingarnar arbeiða og fáa innlit í ymsu handverksyrkini – ein upplagdur møguleiki at stimbra áhugan hjá ungdóminum fyri handverki.
Fríggjadagin heldur kappingin fram frá klokkan 8.10, og klokkan 13.50 eru allar kappingar lidnar. Dómararnir fara síðan at meta um avrikini, áðrenn vinnararnir verða kunngjørdir og heiðraðir klokkan 16.00.
Skráin fyri FM fyri handverkslærlingar:
Hósdagur 27. februar
- 08:10 – Kappingin byrjar
- 09:40 – Tiltakið verður sett og steðgur hjá luttakarum
- 10:10 – Kappingin heldur fram
- 10:15 – 8. flokkar koma at vitja
- 12:10 – Døgurðasteðgur hjá luttakarum
- 12:30 – 8. flokkar eta
- 12:40 – Kappingin heldur fram
- 14:00 – Kaffisteðgur
- 14:15 – Kappingin heldur fram
- 17:30 – Liðugt fyri í dag
Fríggjadagur 28. februar
- 08:10 – Kappingin byrjar
- 10:00 – Kaffisteðgur
- 10:15 – Kappingin heldur fram
- 12:10 – Døgurðasteðgur hjá luttakarum
- 12:40 – Kappingin heldur fram
- 13:50 – Allar kappingar lidnar
- 14:00 – Døming
- 16:00 – Handan