Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri FM fyri handverkslærlingar á Glasi. Lærlingar úr ymsum fakøkum kappaðust um at gerast føroyameistari í sínum handverki.
Kappingin savnaði áhugað fólk, har fakfólk, arbeiðsgevarar og familjur fylgdu við avbjóðingunum. Luttakararnir vístu framúr dugnaskap og nærlagni í teirra arbeiði.
Seks fakøki vóru við í kappingini: Hárfríðkan, el, maskinsmið, timbur, bilsmið og rør- og blikksmið. Uppgávurnar kravdu vitan, gott handalag og kreativa hugsan.
Tiltakið var ikki bara ein kapping, men eisini ein framsýning av týdninginum hjá handverksfakunum fyri samfelagið. Tað var eisini ein møguleiki hjá vinnuni at síggja evnaríkar lærlingar, sum fara at menna handverksvinnuna í Føroyum.
Eftir tveir spennandi dagar vórðu føroyameistararnir funnir og teir eru:
- Hárfríðkan: Beinta Mouritsen, Karin’sa
- El: Karstin av Teiginum Jacobsen, El-Kervið
- Maskinsmið: Jónas Petersen, MEST Skála
- Timbur: Elmar Jacobsen, Holm Bygging
- Bilsmið: Símun Bendix Larsen, Reyni Service
- Rør- og blikksmið: Ólavur Abrahamsen, Renovent