Leygardagin 3. juni verður fyrsti FM-róður á norðoyastevnu.
Gott og væl 90 manningar hava meldað til luttøku til fyrsta róðurin í ár, og eru tað nakrar manningar fleiri, enn til fyrsta róðurin í fjør. Størsti bólkurin er barnaróður gentur, sum aftur í ár mugu rógva innleiðandi róðrar, har tíggju tær bestu rógva finalu.
Sum nakað nýtt fer FM1 at senda kappróðrarsendingar hvønn fríggjadag frá klokkan 15-16 frá 2. juni til 27. juli.
Vertur verður Petur í Gong, sum er kendur innan kappróðrarheimin. Petur fer at hava ymiskar gestir við til allar sendingarnar.
Nakrar broytingar eru í skipanini av kappróðrum í ár og framyvir, í mun til undanfarin ár. Stevnufyrireikarar og umboð fyri Róðrarsambandið hava fingið størri ábyrgd innan trygdina, tá kappróður verður fyriskipaður og avgreiddur.
Fjarðastevnan, sum skuldi verða á Strondum í ár er, vegna serligar umstøður, flutt inn á Skála.
FM-róðrarnir verða soleiðis:
- 3. juni norðoyastevna í Klaksvík
- 17. juni sundalagsstevna í Hósvík
- 24. juni Jóansøka á Tvøroyri
- 1. juli varmakelda í Fuglafirði
- 8. juli fjarðastevna á Skála
- 15. juli vestanstevna í Miðvági
- 28. juli Ólavsøka í Tórshavn.
Øll kort yvir róðrarøkir verða í løtuni dagført og koma at standa á heimasíðuni hjáRróðrarsambandinum, rsf.fo, í komandi viku.
Har er eisini tilskilað, hvussu rógvast skal út á upphitingarøkið og til startin. Rógvarar skulu geva hesum kortunum gætur, skrivar Róðrarsambandið á heimasíðu sínari.