So er aftur hondbóltslandsdystur við Tjarnir. Hesaferð eru tað kvinnurnar sum royna at spæla seg til HM-endaspæl, sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð.
Tann fyrsti av tveimum avgerandi dystum móti Litava verður spældur klokkan 19.00 í kvøld í høllini við Tjarnir.
18:47
Tær sum spæla fyri Føroyar í dag eru hesar:
- Silja Arngrímsdóttir Müller
 - Rakul S. Wardum
 - Elsa Egholm
 - Marita Mortensen
 - Bjarta Osberg Johansen
 - Rannvá Olsen
 - Lukka Arge
 - Brynja Høj
 - Liv Bentsdottir Zachariasen
 - Pernille Brandenborg
 - Maria Palsdottir Nólsoy
 - Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
 - Karin Egholm
 - Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
 - Jana Mittún
 - Fríða Nolsøe Olsen
 
17:35
Fólk eru spakuliga við at koma í høllina, og alt verður gjørt klárt til dystin.







