Høllin fyllist spakuliga
Klokkan 18.28
Her eru nakrar myndir














Klokkan 17.10
Stjørnuleikarin Luc Steins ikki við
Fyrr í dag frættist, at stjørnukeikarin hjá Niðurlondum, spælskiparin, Luc Steins, ikki verður við til dystin í kvøld.
Hann hevur ein vøddaskaða, sum ger at hann ikki er førur fyri at spæla. Alt annað líka skuldu tað styrkt føroyksu møguleikarnar at fáa gott úrslit í dystinum.
Klokkan 16.57
Fyrstu fjeppararnir longu komnir í høllina við Tjarnir
Nú góðar tveir tímar undan dystinum eru teir fyrstu áskoðararnir komnir í høllina og spenningurin til hendan søguliga dystin merkist á fólki.
Setrini er prýdd við fløggum, og tað seinasta er um at verða gjørt klárt. Uttanfyri arbeiða arbeiðsmenn eisini av øllum alvi at gera gøtur og annað so klárt, sum tað nú einaferð ber til.