FM1 Live: Magni Christiansen
27.11.2026Tónleikagesturin í dagsins útgávu av FM1-Live var country-sangarin Magni Christiansen. Magni hevur ríkað føroyska tónleikapallin í nógv ár, og hevur latið 9 heildarútgávur eftir sær.Í sendingini var prátað um tónleikalívsleið Magna, hansara upplivingar sum tónleikari, m.a. túrar í Nashville og at enda prátaði Magni og verturin Heri Wang Danielsen eisini um, hvønn týdning tónleikurin hevur fyri Magna. Trúgvin, søguforteljing og at geva gleðistundir til áhoyrarar, er m.a. nakrir av íblástrarkeldunum hjá Magna.