Leygardagin fer FM1 at senda beinleiðis frá Bátastevnuni í Vestmanna. Sent verður frá klokkan 14.30 til klokkan er farin av 17. Reportarar vera Petur Asbjørn Lervig og Grækaris D. Magnussen. Eins og undanfarnu árini verður samsent við Staðið FM 101 í Vestmanna. Vit fara eisini at spæla sangir úr Vestmanna í sendingini.

FM1 – og Staðið FM 101 – senda beinleiðis frá Bátastevnuni í Vestmanna frá klokkan 14.30 leygardagin
Skrivað
Dagfesting