Í morgin fer FM1 at samsenda við HSF-stroymingina báðar FM-finalurnar millum Kyndil og H71, ið báðar vera spældar i høllini á Hálsi. Klokkan 15.30 er talan um fyrstu FM-finaluna hjá kvinnum, og klokkan 18 er talan um triðu FM-finaluna hjá monnum. Har er støðan 1-1 í samlaðu uppgerðini. Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum á: https://live.hsf.fo/categories/beinleiis

FM1 samsendir sunnudagin við HSF-stroyming frá báðum FM-finalunum millum Kyndil og H71
Skrivað
Dagfesting