FM1 sendir beinleiðis kl 10 tá Eyðun kunnger fyrsta lands­liðs­hópin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

FM1 sendir klokkan 10 beinleiðis frá tíðindafundi í FSF-húsinum, tá ið fyribils landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein fer at kunngera hópin til dystirnar í UEFA Nations League móti Armenia og Norðurmakedonia á útivølli seinni í mánaðinum.

Tað var mitt í farna mánaði, at fótbóltssambandið boðaði frá, at nú fyrrverandi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, var sendur til hús.

Samstundis var boðað frá, at U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, og hjálparvenjari hansara á U21-landsliðnum, Atli Gregersen, skulu standa á odda fyri manslandsliðnum landsdystirnar í UEFA Nations League móti Armenia og Norðurmakedonia. Hetta verður sostatt fyrsti landsliðshópurin hjá Eyðuni og Atla.

Dysturin móti Armenia er í Jerevan hósdagin 14. novembur kl. 17.00. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. novembur kl. 14.00, spæla Føroyar í Skopje móti Norðurmakedonia.

Føroyar eru á fjórða plássið aftast í bólki 4 í deild C í Nations League við 3 stigum. Norðurmakedonia er fremst við 10 stigum, meðan Aremenia og Lettland hava 4 stig.

Hósdagin 14. nov.
Kl. 17:00 Armenia – Føroyar í Jerevan

Sunnudagin 17. nov.
Kl. 14:00 Norðurmakedónia – Føroyar í Skopje

Stigatalva UEFA Nations League, deild c, bólkur 4

DystirMálStig
1Norðurmakedonia48 – 110
2Armenia46 – 74
3Lettland43 – 84
4Føroyar44 – 53