FM1 sigur beinleiðis frá Víkingur-HB (klokkan 18) og NSÍ-KÍ (klokkan 20)

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Rúni á Reynatrøð sigur beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum Víking og HB í Sarpugerði í Norðragøtu, ið byrjar fríggjakvøldið klokkan 18. Klokkan 20 sigur Regin Sivertsen saman við viðmerkjaranum, Meinhardt Joensen frá oddadystinum við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ. Vit fylgja eisini gongdini í dystunum 07 Vestur-EB/Streymur, ið byrjar klokkan 18.30, og dystinum B36-FC Suðuroy, ið byrjar klokkan 19.30.