Havið hóttir fornminnini á Sondum á Sandi, har eitt søguligt gróthús og bústaðarleivdir frá miðøld og víkingatíð eru í vanda fyri at máast burtur. Gróthúsið verður nú tikið niður og endurreist longur inni í lendinum. Tað skrivar Tjóðsavnið. Tað er Tummas Pauli Olsen úr Húsavík, ið laðar gróthúsið upp av nýggjum.
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur vitjað fornfrøðiliga útgrevsturin á Sondum á Sandi.
– Tað er umráðandi, at vit fáa til høldar so nógva vitan sum gjørligt um tær allar fyrstu búsetingar í Føroyum. Eg eri tí sera fegin um, at Tjóðsavnið er farið undir útgrevsturin á Sondum, ið vónandi kann gera okkum nýggja vitan um fyrstu búsetingarnar í Føroyum, sigur hann.
Landsverk og Tjóðsavnið hava í fleiri ár samstarvað um bakkaverjur fyri at verja fornminni, men ein fyribils verjugarður undir gróthúsinum er nú við at rapa og verður tí tikin niður. Arbeiðið er farið í gongd, so fornfrøðiligur útgrevstur kann byrja í juni.
Útgrevsturin er eitt samstarv millum Tjóðsavnið og granskarar frá Aarhus Universiteti, har 14 lesandi í fornfrøði eisini luttaka. Búsetingin hevur áður verið kannað við royndarútgrevstrum í 1994 og 2006–2007, har C-14 tíðarfestingar vístu á vitjanir í oyggjunum minst 300 ár áðrenn norrøna landnámið um ár 800.
Endamálið við útgrevstrinum er at savna nýggja vitan um fyrstu búsetingarnar í Føroyum, áðrenn fornminnini fara í havið. Nýggir náttúruvísindaligir og betri tíðfestingarhættir verða brúktir, sum kunnu geva nýggjar upplýsingar um vitjanir í Føroyum áðrenn víkingatíð.
Samstundis verður útgrevsturin brúktur til at skúla lesandi frá Aarhus Universiteti í føroyskari fornfrøði. Tey koma við Norrønu sunnudagin 1. juni og steðga í tríggjar vikur við stuðli frá Smyril Line. Tað er Tjóðsavnið, ið stendur fyri verkætlanini.
Á fyrstu myndini frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Frederikke Reimer, ph.d. lesandi á Aarhus Universiteti, Helgi Michelsen, leiðari á Fornfrøðideildini á Tjóðsavninum og Mads Bakken Thastrup, plantufornfrøðingur á Moesgaard, Aarhus Universitet.




