Fólk kannaði fyri roykeitran

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eldsbruni hevur verið í einum sethúsum við Norðskála, har nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum.

Nógvi roykurin er komin yvir til barnagarðin og skúlan á Oyrabakka, og tað hevur havt við sær, at fólk eru kannaði fyri roykeitran.

– Nógvur roykur var á staðnum, og neyðugt var at kanna næmingar, børn og starvsfólk fyri roykeitran, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.

Vaktleiðarin sigur, at foreldur kunnu seta seg í samband við skúlastjóran og dagstovnaleiðaran fyri at fáa nærri kunning um síni børn.