Vísindaliga greinin tekur støði í kvalitativari kanning um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum, ið er gjørd fyri Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilstýrið) og er skrivað í samstarvi við granskarar á Fróðskaparsetrinum. Høvundar eru Monika Mohr, Vár Honnudóttir, Magni Mohr og Annika Helgadóttir Davidsen.
Úrslitini frá fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum í 2019 vístu m.a., at tað serliga eru ung millum 18-34 ár, ið meta seg hava ringastu sálarligu heilsuna. Við hesum úrslitunum var tørvur á at fáa betri innlit í, hvørji viðurskifti, tey ungu sjálvi halda ávirka sálarligu heilsuna. Hetta var gjørt við eini kvalitativari kanning við seks bólkasamrøðum við 28 føroysk ung millum 18-34 ár.
Luttakararnir vístu á trý viðurskifti, ið høvdu serligan týdning fyri sálarligu heilsuna hjá teimum: Ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar í einum lítlum samfelag.
Ov nógvir valmøguleikar: ”Fái eg notið nóg nógv at vera ung, ella skal eg skunda mær eitt sindur meir?”
Í øllum samrøðubólkunum í kanningini vísa tey ungu á endaleysu valmøguleikarnar, ið ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu neiliga. Tey virðismeta allar møguleikarnar, ið tey hava í dag, tí teir geva teimum møguleika fyri at taka egnar avgerðir, men teir kunnu kennast sum eitt tvíeggjað svørð, tí teir eisini eru við til at leggja eitt trýst á tey ungu.
Høgar væntanir: “Mann skal hava eitt ordiligt arbeiði, og mann skal hava eina familju, og mann skal hava eitt ruddiligt heim”
Høgar væntanir eru tætt knýttar at mongu valmøguleikunum, ið tey ungu uppliva. Tey uppliva høgar væntanir frá nógvum ymiskum pallum: samfelagnum, familju, sosialum miðlum og frá sær sjálvum – í flestu førum uppliva tey væntanir frá fleiri pallum í senn. At fylgja egnum áhugamálum og ynskjum elvir fyri summi ung til størri ótryggleika enn at gera tað, ið verður væntað. Sosialir miðlar hava neiliga ávirkan á serliga sálarligu heilsuna hjá ungu kvinnunum í miðstaðarøkinum, og gevur lætta atgongd til brøgd og úrslit hjá øðrum at sammeta seg við. Hetta skapar órealistiskar fyrimyndir og væntanir, ið eru truplar ella ómøguligar at liva upp til.
Avmarkingar í lítlum samfelag: “Har er ræðuliga lítið, sum gongur fyri seg”
Serliga tey ungu uttan fyri miðstaðarøkið uppliva, at útbúgvingarvalið er tongt at avgerðini um at flyta aftur til heimstaðin, har arbeiðsmøguleikarnir á smærru støðunum eru avmarkaðir. Hetta kann leggja eitt eyka og øðrvísi trýst á tey ungu úr hesum pørtum av landinum. Somuleiðis uppliva tey avmarkaðar møguleikar fyri frítíðar- og sosialum virksemi, og tað kann skapa kenslu av einsemi, um tú ikki ert partur av verandi felagsskapum í økinum.
Nærum endaleysu valmøguleikarnir og órealistisku væntanirnar kunnu leggja eitt stórt trýst á ung fólk, og hetta kann vera við til at skapa ein iva og ótta fyri at miseydnast, bæði í útbúgvingarskipanini og í lívinum sum heild.
Greinin kann lesast her.