Fólkakirkjan skal nú hava diakonprest

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Føroyska Fólkakirkjan søkir nú fyri fyrstu ferð eftir einum diakonpresti, sum skal virka í Føroyum, og eftir ætlan verður nýggjur diakonprestur settur eftir ólavsøku.

Orðið diakoni stavar upprunaliga frá grikska diakonia og merkir tænasta. Tað verður vanliga nýtt sum heiti fyri sosiala arbeiðinum, sum kristiligar kirkjur gera kring heimin, sigur Fólkakirkjan og vísir á, at tað er siðvenja, at kirkjan tekur samfelagsábyrgd við at hava umsorgan fyri teimum, sum eitt nú bera sorg, kenna einsamøll, eru sjúk ella sita í fongsli.

-So hóast diakonala arbeiðið kann vera tungt og til tíðir torført at útinna, er tað ein háttur at samantvinna evangeliska orðið við ítøkiligan gerning, sigur Fólkakirkjan.

Diakonprestar hava virkað í grannalondum okkara í mong ár, men er tað fyrstu ferð, at føroyska fólkakirkjan lýsir eftir presti at virka millum borgarar úti í samfelagnum. Tann, sum verður settur, skal tó eisini hava siðbundnar gudstænastur í føroysku kirkjunum.

Í starvslýsingini til diakonprest stendur, at presturin skal hava í minsta lagi 12 gudstænastur um árið.