Fólkatalið veksur framvegis

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í februar 2025 var fólkatalið í Føroyum 54.741, ein vøkstur á 327 fólk, ella 0,6%, samanborið við árið fyri.

Síðan 2014 hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum, men síðan 2019 er vøksturin minkandi, og tað er hann enn.

Fólkavøksturin kemur av einum burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk, sum samanlagt svarar til 6 fólk fyri hvørji 1000 fólk. Hetta er lægri enn árið fyri, tá burðaravlopið var 2,9 og nettoflytingin 3,7.

Trendurin vísir, at bæði til- og fráflyting hava verið minkandi seinastu mánaðirnar, og minkingin heldur fram.

Kommunurnar við munnan á Skálafjørðnum, Sjóvar kommuna og Nes kommuna, høvdu størsta vøksturin í fólkatalinum í kommunum við fleiri enn 1000 íbúgvum, meðan Vágs og Sunda kommunur høvdu størstu minkingina.

Í kommunum við 500 til 1000 íbúgvum vaks Kvívíkar kommuna mest, meðan Sands kommuna minkaði mest.