Fólkatalið veksur framvegis

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fólkatalið í Føroyum við ársbyrjan 2025 var 54.684 fólk, sum er ein vøkstur á 0,5 prosen ella 292 fólk samanborið við árið fyri. Hesin vøksturin var tó minni enn í 2023, tá vøksturin var 0,7 prosent.

Tað hevur verið ein støðug minking í fólkavøkstrinum síðan 2019, tá ið hann náddi hæddarpunktinum. Fólkavøksturin hevur verið umleið 0,5 prosent hvørt tólv mánaðarskeið síðan juni í fjør, sigur Hagstova Føroya.

Í 2024 var burðaravlopið metlítið, har 586 børn vóru fødd, men 446 fólk doyðu. Hetta gevur eitt burðaravlop á 140, sum er tað minsta síðan 1985.

Tilflytingin til Føroya var umleið 1.500 fólk í 2024, sum er knapt 250 færri enn í 2023. Fráflytingin var eisini minni, við umleið 1.350 fólkum, knapt 200 færri enn árið fyri. Tí er nettoflytingin eisini minkað í mun til 2023, sigur Hagstovan.

Tær fimm kommunurnar við størsta fólkavøkstrinum vóru Tórshavnar-, Nes-, Runavíkar-, Sjóvar- og Skálavíkar kommuna. Sjóvar- og Skálavíkar kommuna yvirhálaðu Klaksvíkar og Eysturkommuna við fólkavøkstri í 2024, samanborið við árið fyri.

Fólkaríkastu kommunurnar eru framvegis Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Vága kommuna, vísa tølini frá Hagstovuni.