Fólkatalið veksur spakuligari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er framvegis fólkavøkstur í Føroyum, men vøksturin er minkandi. Tað vísa nýggjast hagtølini frá Hagstovu Føroya.

Frá 1. desembur 2023 til 1. desembur 2024 vaks fólkatalið úr 54.395 til 54.675, ein øking á 280 fólk ella 0,5%.

Tølini vísa, at bæði burðaravlop og nettoflyting eru minkandi. Seinasta árið var burðaravlopið 128 fólk, meðan nettoflytingin var 152 fólk. Burðaravlopið minkaði orsakað av færri føddum og fleiri deyðum, meðan nettoflytingin minkaði av minni tilflyting og fráflyting.

Føðitalið er nú í støðugari legu, eftir at hava minkað í longri tíð, meðan deyðatalið eru javnari. Trendarnir vísa eina javna minking í mánaðarligu til- og fráflytingini.

Fólkatalið vaks í 19 av 29 kommunum, serliga í Tórshavnar, Runavíkar, Nes, Vága og Skálavíkar kommunum. Fólkatalið minkaði í níggju kommunum, við størstu minkingini í Eiðis, Vágs og Sunda kommunum.