Fongsulsdómurin móti Sarkozy staðfestur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ein kærudómstólur í París hevur nú staðfest dómin móti Nicolas Sarkozy, fyrrverandi forseta í Fraklandi, har hann varð dømdur fongsulsrevsing fyri mutur.

Rætturin metti kortini, at Sarkozy skuldi sleppa at sita dómin við fótleinkju við hús ístaðin fyri at fara í fongsul.

Sarkozy var í 2021 dømdur trý ára fongsulsrevsing, tí at hann royndi at ávirka dómaran í einum øðrum máli. 

Sarkozy royndi at fáa at fáa kunning um eitt mál í 2014, har hann í býti skuldi tryggja dómaranum eitt tignarligt arbeiðið. Sarkozy var tá farin frá sum forseti.

Talan var um bert eitt av fleiri mutursmálum, sum mett verður, at Sarkozy var partur av, men hann hevur víst allar ákærurnar frá sær.

Sarkozy er fyrsti fyrrverandi forseti í Fraklandi, ið hevur fingið fongulsrevsing.