Føroya Rættur staðfesti í dómi tann 13. juni 2023, at el-rennihjól ikki kunnu nýtast á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Dómurin staðfestir, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt.
Hetta kunngjørdi Føroya Politi í tíðindaskrivi í juni.
Við dóminum í Føroya rætti varð staðfest, at ferðslulógin, sum hon er orðað nú, loyvir ikki brúk av el-rennihjóli á almennum vegi í Føroyum.
Hóast hetta, so kemur ein broyting í ferðslulógini, sum setur forboð fyri at brúka el-rennihjól á almennum vegi, í tingið í heyst.
Hetta veit Kringvarpið at siga.
Landsstýrið ætlar eisini at gera aðrar broytingar í ferðslulógini.
Eitt nú broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og um onnur handhildin samskiftistól.
Eisini er ætlanin, at skeiðið í rúsdrekka og ferðslu í framtíðini eisini skal umfata rúsevni.