

Formaðurin: FC Suðuroy fer niður við røttum ryggi
25.10.2025Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Finn Johannesen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum B36-FC Suðuroy 2-0 (1-0). Hoyr Finn taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Per gjørdi við 1) B36-málverjan, Silas Eyðsteinsson og 2) formannin hjá FC Suðuroy, Eyðbjørn Thomsen. Formaðurin í FC Suðuroy iðrar seg um niðurflytingina, men heldur, at unga liðið fer niður við røttum ryggi. MYND: FC Suðuroy















